{"product_id":"bint-9-2026","title":"Bint 9 2026","description":"\u003cp\u003e\u003cspan style=\"mso-ansi-language: FO;\" lang=\"FO\"\u003eTeir so nevndu Make nine listarnir, hava í fleiri ár verið uppi at vent á sosialu miðlunum. \u003c\/span\u003e\u003cspan style=\"mso-ansi-language: FO;\" lang=\"FO\"\u003eVit hava valt at kalla hetta Bint 9.\u003c\/span\u003e\u003c\/p\u003e\n\u003cp style=\"tab-stops: 378.0pt;\" class=\"MsoNormal\"\u003e\u003cspan style=\"mso-ansi-language: FO;\" lang=\"FO\"\u003eBint 9 er ein listi sum tú kanst gera tær. Hann leggur upp til, at tú kanst skapa tær eitt yvirlit av 9 ymiskum verkætlanum, tú ætlar tær at binda ella gera í 2026.\u003c\/span\u003e\u003c\/p\u003e\n\u003cp style=\"tab-stops: 378.0pt;\" class=\"MsoNormal\"\u003e\u003cspan style=\"mso-ansi-language: FO;\" lang=\"FO\"\u003eSummi brúka listan, til at krossa av tað sum tey hava setta sær fyri. Summi bruka listan til at avmarka sær stóra bindiíblásturin. Summi bruka listan til, at at betra um teirra hondarbeiðsførleikar. Onnur bert sum íblástur. Kanska tað eisini er stuttligt, at kaga aftur á bind 9 listan, tá árið er farið framvið. Hann leggur upp til, at vit kunnu gera okkum tankar um hvat vit ynskja at gera. Vit eru eisini nøkur sum elska at gera listar. \u003cspan style=\"mso-spacerun: yes;\"\u003e \u003c\/span\u003eMøguleikarnir eru mangir, og ongin sigur, at tað er ein rættur máti. \u003c\/span\u003e\u003c\/p\u003e\n\u003cp style=\"tab-stops: 378.0pt;\" class=\"MsoNormal\"\u003e\u003cspan style=\"mso-ansi-language: FO;\" lang=\"FO\"\u003eHetta blaðið er gjørt soleiðis, at tú kanst skriva tín egna lista við tingum, sum tú kundi hugsað tær at fingið frá hondini í hesum árinum.\u003c\/span\u003e\u003c\/p\u003e\n\u003cp style=\"tab-stops: 378.0pt;\" class=\"MsoNormal\"\u003e\u003cspan style=\"mso-ansi-language: FO;\" lang=\"FO\"\u003eTil íblástur, er ein listi av binditeknikkum, pløggum og smálutum av ymiskum slag, til tín. \u003c\/span\u003e\u003c\/p\u003e\n\u003cp style=\"tab-stops: 378.0pt;\" class=\"MsoNormal\"\u003e\u003cspan style=\"mso-ansi-language: FO;\" lang=\"FO\"\u003eTað ber eisini til at at seta kross við fleiri av málunum í senn. T.d. um tú skrivar, at binda eina troyggju úr erva, svik og raglan, kanst tú við einum luti seta tríggjar krossar. Tað er tað góða við hesum listanum, at tú kanst tillaga hann til tín, og hvat tú hevur hug til. Og vónandi hoyra vit frá tær gjøgnum árið, so hvørt sum tú fart krossa av listanum.\u003c\/span\u003e\u003c\/p\u003e\n\u003cp style=\"tab-stops: 378.0pt;\" class=\"MsoNormal\"\u003e\u003cspan style=\"mso-ansi-language: FO;\" lang=\"FO\"\u003eVit nýta \u003c\/span\u003e\u003cspan style=\"font-family: 'Playfair Display'; mso-ansi-language: FO;\" lang=\"FO\"\u003e#Bint9Uppskrift2026\u003c\/span\u003e\u003cspan style=\"mso-ansi-language: FO;\" lang=\"FO\"\u003e á sosialu miðlunum, til hetta árið, so vit kunnu forvitnast, geva og fáa íblástur frá hvør øðrum. \u003cspan style=\"mso-spacerun: yes;\"\u003e \u003c\/span\u003e\u003cspan style=\"mso-spacerun: yes;\"\u003e \u003c\/span\u003e\u003cspan style=\"mso-spacerun: yes;\"\u003e \u003c\/span\u003e\u003c\/span\u003e\u003c\/p\u003e\n\u003cp style=\"tab-stops: 378.0pt;\" class=\"MsoNormal\"\u003e\u003cspan style=\"mso-ansi-language: FO;\" lang=\"FO\"\u003eFyrstu ráðini frá okkum er sjálvandi, bint eftir føroyskari uppskrift.\u003c\/span\u003e\u003c\/p\u003e\n\u003cp style=\"tab-stops: 378.0pt;\" class=\"MsoNormal\"\u003e\u003cstrong\u003e\u003cspan style=\"mso-ansi-language: FO;\" lang=\"FO\"\u003eG.G. Við at keypa hesa vøruna fært tú eitt blað sendandi til tína teldupostadressu, sum tú kanst prenta út og skriva tín Bint 9 lista á.\u003c\/span\u003e\u003c\/strong\u003e\u003c\/p\u003e","brand":"Uppskrift.fo","offers":[{"title":"Default Title","offer_id":50886251348263,"sku":null,"price":0.0,"currency_code":"DKK","in_stock":true}],"thumbnail_url":"\/\/cdn.shopify.com\/s\/files\/1\/0811\/6227\/3063\/files\/perma.jpg?v=1767602743","url":"https:\/\/uppskrift.fo\/products\/bint-9-2026","provider":"Uppskrift.fo","version":"1.0","type":"link"}