Teir so nevndu “Make nine” listarnir, hava í fleiri ár verið uppi at vent á sosialu miðlunum. Vit hava valt at kalla hetta Bint 9.
Bint 9 er ein listi sum tú kanst gera tær. Hann leggur upp til, at tú kanst skapa tær eitt yvirlit av 9 ymiskum, tú ætlar tær at binda ella gera í 2026.
Summi brúka listan, til at krossa av tað sum tey hava setta sær fyri. Summi bruka listan til at avmarka sær stóra bindiíblásturin. Summi bruka listan til, at at betra um teirra hondarbeiðsførleikar. Onnur bert sum íblástur.
Kanska tað eisini er stuttligt, at kaga aftur á bind 9 listan, tá árið er farið framvið. Hann leggur upp til, at vit kunnu gera okkum tankar um hvat vit ynskja at gera. Vit eru eisini nøkur sum elska at gera listar. Møguleikarnir eru mangir, og ongin sigur, at tað er ein rættur máti.
Vit hava gjørt eitt blað, sum tú kanst prenta, fyri at fáa tær íblástur til tín lista.