Sniðgeving
Droymir tú um at skapa tíni egnu snið og uppskriftir?
Soleiðis gert tú
Hvussu skrivar man eina uppskrift?
Fyrst og fremst, so skalt tú hava okkurt at skriva niður á - og við.
Skriva alt niður, sum tú gert. Hvussu nógv eygu kastar tú uppá? Hvussu langur bleiv bulurin áðrenn nøkur broyting var? Skriva niður og ver sera nágreinilig.
Hetta er gott at hava við í uppskriftini:
- Stødd/ir (vit viðmæla í minsta lagi 3)
- Tógv slag og nøgd
- Stokkastødd/ir
- Bindifastleiki (vatnrætt og loddrætt, 10x10cm)
- Mát av plagginum
- Ein innleiðing, sum fortelur hvussu plaggið er bundið
- Eitt yvirlit yvir hvørjir bindihættir eru brúktir í uppskriftini (rætt, rangt, læsa av...)
- Diagramm, um uppskriftin hevur mynstur
- Myndir
Soleiðis tekur tú myndir til uppskriftina
Tak myndirnar um dagin, í góðum ljósi. Ikki á middegi, tí tá stendur sólin beint omanfyri okkum, so skuggarnir vera so tungir.
Um tú hevur bundið eitt klædnaplagg, fá so onkran at fara í tað heldur enn at leggja tað flatt.
Tak mynd av persóninum frammanífrá og aftanífrá, so at tey, sum skulu keypa uppskriftina, kunnu síggja hvussu plaggið sær út.
Uppskriftsskapilón
Tá ið tú ert liðug, skalt tú seta alt saman til eina uppskrift. Fyri at gera tað lættari fyri teg, hava vit gjørt eina ókeypis skapilón, sum tú lætt kanst útfylla (her er leinkið til skapilónina). Í skapilónini sært tú eisini hvat er týdningarmikið at minnast til at skriva niður, tá ið tú bindir - sum t.d. hvat tógv tú brúkar, o.s.fr. Tú kanst tó gott skriva uppskriftina í Word ella onkrum forriti, sum tú kennir.
Nú er uppskriftin klár at verða útgivin, men um tú vilt hava uppskriftina uppaftur betri, so viðmæla vit at tillaga uppskriftina til minst tríggjar støddir (jú fleiri, tess betri), fáa plaggið royndarbundið og møguliga rættlisið og reinskrivað. Hesum kunnu vit hjálpa tær við. Set teg í samband við okkum, so kunnu vit ráðgeva tær og geva tær eitt tilboð.
Um uppskriftin skal útgevast á nethandlinum
Um tú vilt sleppa at selja tína uppskrift á nethandlinum hjá okkum, so skalt tú bara lesa avtalutekstin og útfylla frymilin niðanfyri.
Um tað av onkrari orsøk ikki riggar, so skriva okkum ein teldupost:
- Viðfest uppskriftina. Uppskriftin skal vera í .pdf formati.
- Viðfest myndir, helst meira enn eina. Myndirnar skulu helst vera í .jpg ella .jpeg formati. Myndirnar verða brúktar til vøruna á heimasíðuni og til sølufremjandi tilfar á t.d. Facebook hjá okkum.
- Skriva ein setning, sum greiðir frá plagginum í einum stuttum samandrátti.
- Um tú vilt, skriva so eisini hvat # tú ynskir, at plaggið skal hava (t.d. #HeimÍHeiðarnarTurriklæði). Ger gjarna títt # greitt, fyri at tryggja tær at einki annað eitur tað sama, ella fer at eita tað sama í framtíðini.
- Send teldupostin til uppskrift@uppskrift.fo
Vit miða eftir at leggja uppskriftina út skjótast gjørligt og innan 5 arbeiðsdagar, men gev gætur, at tað kann vera at vit skumpa tað longur fram, t.d. fyri at fleiri uppskriftir ikki skulu koma út sama dag. Um tað hevur skund at fáa uppskriftina út, lat okkum so endiliga vita tað, so eingin misskiljing er.
Treytir
Í samband við hýsing og lýsing av uppskrift á heimasíðuni hjá www.uppskrift.fo
Góði sniðgevi, takk fyri at tú vilt vera ein partur av handaliga felagsskapinum hjá okkum. Vit á Uppskrift.fo ynskja at hava ein felags pall, til uppskriftir av ymiskum slag á føroyskum. Eisini ynskja vit at stuðla uppundir ein felagsskap, har vit, sum hava áhugað í tí handaliga, kunnu savnast, og ikki minst at blása lív í tað fjølbroytta kreativa tilfeingið í Føroyum. Hetta gleðast vit um, at tú ert ein partur av.
Tú ert altíð vælkomin at venda tær til okkum, um tú hevur ivamál ella viðmerkingar til eitthvørt.
Treytir
Undirritaði sniðgevi eigur øll rættindi til uppskriftina. Uppskrift.fo hevur bert loyvi at selja uppskriftina. Ongar broytingar skulu gerast í uppskriftini uttan avtalu við sniðgevan.
Sniðgevin og Uppskrift.fo semjast um prísin av talgildu uppskriftini, sum verður seld á heimasíðuni, www.uppskrift.fo. Inntøkan fyri hvørja selda uppskrift verur roknað út frá prísinum, sum sniðgevin setur sum søluprís.
Kostnaðurin fyri hýsing á heimasíðuni er 25% av søluni, hvørjaferð ein uppskrift verur seld. Sniðgevin fær 75% av vinninginum.
Dømi, ein uppskrift kostar 50 kr
50 kr – 25% = 12,50 kr
Sniðgevin fær 37,50 kr
Uppskrift.fo fær 25% = 12,50 kr
Íroknað prísinum fyri hýsing, er hýsing á heimasíðuni, transaktiónsgjald fyri sølu, lýsing á sosialu miðlunum hjá Uppskrift.fo. Um feilur er í uppskriftini, er møguleikin at senda eina rættaða uppskrift út til tey, ið hava keypt eina uppskrift.
Av og á vera søluátøk á heimasíðuni og á sosialu miðlunum. Vit boða frá frammanundan.
Avsláttur
Uppskrift.fo hevur loyvi at geva avsláttur upp á uppskriftirnar til høvi, ið uppskrift.fo metir hóskandi. Eisini her fær undirritaði sniðgevi 75% av vinninginum, fyri hvørja selda uppskrift. Hetta verður tó í mesta lagi 4 ferðir um árið.
Um prísbroytingar eru, fært tú kunning í seinasta lagi 7 dagar áðrenn tilboðið.
Dømi um tilboð:
Jólatilboð, bint eina jólagávu, allar uppskriftir -10%.
Ella uppskrift til skúlatroyggju -15%
Lýsingar
Um ikki onnur lýsingaravtala er gjørd, skal uppskriftin lýsast á heimasíðuni, www.uppskrift.fo, á Facebook vanganum hjá Uppskrift.fo við 3 uppsløgum, og á Instagram vanganum hjá Uppskrift.fo við 3 uppsløgum, fyrstu 2 mánaðirnar eftir at uppskriftin er komin á heimasíðuna. Um uppskriftin skal lýsast meira, skal tað vera eftir avtalu við Uppskrift.fo.
G.G. Uppskrift.fo tilskilar sær rættin at lýsa oftari um tað er mett hóskandi, uttan kostnað.
Myndir og grafikkur í uppskriftini
Sniðgevin skal fáa øll loyvir í lag í samband við nýtslu av myndum til uppskriftina, og til promovering av uppskriftini.
Fyri at vísa sniðið á plagginum, er gott við góðum myndum. Gjarna eru myndirnar av einstaklingum, hesi mugu geva samtykki til nýtslu av myndunum. Er talan um børn, má samtykkið fáast frá foreldrum ella avvarðandi.
Um myndirnar til uppskriftina eru tiknar hjá fotografi, skal samtykki eisini fáast frá fotografinum. Hetta er serliga, um myndirnar eru tiknar í einum øðrum samanhangi enn við uppskriftina, t.d. barnamyndatøka, brúðarmyndir osv. Hetta er eisini galdandi fyri grafikkin í uppskriftini.
Mannagongd í samband við feilir í uppskriftum
Feilir kunnu koma fyri. Um feilir verða fráboðaðir, at vera í eini uppskrift, eftir at hon er løgd til sølu, hevur sniðgevin ábyrgdina at rætta feilin. Tá feilurin er rættaður kann Uppskrift.fo senda ta nýggju uppskriftina út til øll tey, ið hava keypt uppskriftina, sum hevði feilin í.
Um talan er um størri feilir, so kann vera neyðugt at steðga søluni av uppskriftini inntil sniðgevin hevur rættað feilin, og givið Uppskrift.fo ta nýggju uppskriftina. Feilir kunnu vera so ymiskir, so hetta er ein metingarspurningur um hvat er neyðugt at gera í hvørjari einstakari støðu.
Uppskrift.fo loyvir sær at steðga allari sølu av uppskriftini, um feilur er í.
Uppskrift.fo loyvir sær at venda sær til sniðgevan, um feilur er í.
Um kundar gera vart við feilir, vendur Uppskrift.fo kundanum til sniðgevan. Um kundar hava avbjóðingar við at skilja uppskriftina, vendir Uppskrift.fo kundanum til sniðgevan. Um talan er um endurgjald, verður víst til sniðgevan.
Útgjald fyri sølu
Hvørt kvartal verur sølan gjørd upp. Uppskrift.fo skal innan 10. dagar eftir uppgerðardagin, senda eina uppgerð av seldu uppskriftunum til sniðgevan. Eisini skal vinningurin flytast á konto hjá sniðgevanum í somu viku. Uppgerðirnar verða sendar út í seinasta lagi: 10/4, 10/07, 10/10, 10/01.
Uppsøgn av sølu
Um sniðgevin ella Uppskrift.fo av onkrari orsøk ynskja at steðga søluni av einari ella fleiri uppskriftum, skal hetta boðast frá skrivliga. Uppsagnarfreistin er 14 arbeiðsdagar frá tá ið uppsøgnin er móttikin og váttað.
Uppskrift.fo kann taka uppskriftina niður av heimasíðuni, og harvið steðga allari sølu sum skjótast yrkadagar.
Uppskrift.fo tilskilar sær rættin at steðga sølu av uppskriftini, um hon er mett ov lík aðrari uppskrift, sum er eldri. Víst verður til galdandi lóggávu í samband við upphavsrætt og vørumerking. Løgtingslóg nr 30 frá 30. apríl 2015 um upphavsrætt
https://logir.fo/Logtingslog/30-fra-30-04-2015-um-upphavsraett
Um uppskriftina
Við at senda uppskriftina inn í frymlinum niðanfyri ella á telduposti, játtar sniðgevin at uppskriftin, sum talan er um, er egið snið og mynstur.
Hevur tú ein innara sniðgevara?
Í Føroyum hava vit nógv fólk, sum duga ótrúliga væl at binda "upp á giss", skapa síni egnu snið, og sum eru so ótrúliga kreativ.