Royndarbindari

Tá ið ein uppskrift verður skrivað, kann ein sniðgevari velja, at uppskriftin skal royndarbindast áðrenn hon verður givin út. Hetta fyri at tryggja sær, at alt er skrivað rætt og at uppskriftin gevur meining.

Tá ið tú ert ein royndarbindari hjá okkum, so fært tú tann heiður at sleppa at binda eina føroyska uppskrift áðrenn nakar annar.

Royndarbinding tryggjar góðsku

Tað er altíð smart at lata onnur eygu hyggja fyrst.

Við tað, at ein royndarbindari kann lesa uppskriftina áðrenn hon verður útgivin, kunnu bæði stavivillur, roknivillur og aðrar villur rættast áðrenn, soleiðis at uppskriftin hevur hægstu góðsku.

Royndarbindararnir kunnu eisini nýta høvið til at viðmerkja um okkurt manglar í uppskriftini ella átti at verðið broytt.