Um okkum

Ein dreymur

Handan Uppskrift.fo standa 3 kvinnur við einum dreymi um eitt blómandi bindisamfelag og um at vera við til at varðveita og uppbyggja føroysku bindimentanina og -siðin. Hetta m.a. við at savna føroyskar uppskriftir á einum stað.

Føroyskar uppskriftir

Tað føroyska bindimálið er sera ríkt, og tað er gott at brúka til uppskriftir.

Fyri at varðveita tað føroyska bindimálið - tey góðu, gomlu orðini, sum vit hava hoyrt frá barnsbeini av - hildu vit tað vera týdningarmikið, at føroyskar uppskriftir (og harvið tað føroyska bindimálið) skuldu vera lætt atkomuligar. Tí hava vit í høvuðsheitum ikki lagt okkum eftir at skriva uppskriftir sjálvar, men valdu heldur at gera hesa heimasíðuna, so at øll, sum hava hug at skriva uppskriftir, kunnu fáa tær seldar her.

Vit vildu eisini gera tað lættari fyri øll at skriva uppskriftir. Í Føroyum hava vit nógv fólk, sum duga ótrúliga væl at binda "upp á giss", skapa síni egnu snið, og sum eru so ótrúliga kreativ, men tað kann vera torført at skriva niður, rokna um til fleiri støddir, fáa royndarbindarar o.s.fr.
Vit hava gjørt mannagongdina eitt sindur lættari, við at vit hava ment eina ókeypis uppskrift-skapilón, samlað eitt toymi av royndarbindarum, bjóða ráðgeving, rættlesnað og rætting av uppskriftum og við at vit vilja fegnar selja uppskriftina hjá tær fyri teg her á Uppskrift.fo

Les um sniðgeving

Vár

Umframt tógvliting hevur Vár oftast nógvar bóltar í luftini.

Far til Instagramvangan hjá Hespuni
Mynd av Alisu. Hon hyggur beint í eyguni á tær við einum fittum skálkasmíli. Hon hevur leyst hár, sum fellir niður á akslarnar og er í eini stríputari, hvítari og svartari blusu.

Alisa

Hevur skil upp á tingini, men har býr ein humoristiskur álvur í henni.

Far til Instagramvangan hjá Vesenberg
Mynd av Rúnu. Hon stendur í havanum og smílist, meðan hon hevur aðra hondina hvílandi niður á mjødnina. Hon er í eini troyggju við høgum hálsi, sum hon sjálv hevur bundið. Troyggjan er ljós-lilla og ljósablá.

Rúna

Hóast frítíðarítrivini eru mong, hevur bindingin vart við.

Far til Instagramvangan hjá Steinamørk