Uppskrift.fo Uppskrift.fo
Valmynd Valmynd
Melda teg til tíðindabrævið
Ánari og rakstur
Ívf. Uppskrift.fo
Dýrindalsgøta 20
FO-188 Tórshavn
Føroyar
uppskrift@uppskrift.fo
Uppskriftir, sum eru keyptar frá Uppskrift.fo, skulu ikki deilast, kopierast ella nýtast til víðarisølu. Heldur ikki er loyvt at brúka uppskriftirnar til framleiðslu av lidnari vørur til sølu.
Uppskrift.fo nýtir QuickPay til at handfara keyp á nethandlinum.
Quickpay veitir, í samstarvi við Swedbank, vissu fyri, at tínar kortupplýsingar verða bronglaðar og sendar beinleiðis til bankan ígjøgnum eitt trygt samband (SSL).
Uppskrift.fo hevur ikki atgongd til upplýsingar á tínum gjaldkorti.
Allir prísir eru í donskum krónum (DKK). Fyrilit verður tikið fyri prísbroytingum.
Vit taka ímóti øllum vanligum gjaldskortum.
Tú rindar við at skriva títt kortnummar, eftirlitstal, og nær kortið gongur út. Ókeypis er at nýta gjaldkortið.
Keypsupphæddin verður ikki drigin frá kontuni, fyrr enn vøran er send ella avheintað.
Tá ið tú hevur rindað, verður kvittan send á tína teldupostadressu við upplýsingum um keypið.
Meirvirðisgjald er lagt á allar vørur.
Uppskriftin verur send sum ein talgild pdf-fíla á teldupostadressuna, sum tú hevur uppgivið, beint eftir keypið.
Syrg altíð fyri at kanna, at tú hevur upplýst tína røttu teldupostadressu. Um adressan ikki er røtt, fært tú onga bíleggjingarváttan ella vøruna, tú hevur keypt.
Telduposturin kann enda í spammfiltrinum á tinari teldupostadressu.
Um tú ikki fært bíleggingarváttanina, kanst tú seta teg í samband við okkum á uppskrift.fo@uppskrift.fo ella við at útfylla sambandsfrymilin á heimasíðuni.
Uppskrift.fo selur talgildar vørur, og tí fella vanligu keypstreytirnar burtur.
Við keyp av talglidari vøru, góðtekur tú at tí iðranarrætturin fellur burtur.
Um uppskriftin blívur burtur verður nýggj uppskrift ikki endurlatin.
Á nethandli okkara upplýsa vit, hvørjar eginleikar vøran hevur. Hevur tú spurnignar ella viðmerkingar kanst tú seta teg í samband við okkum á uppskrift@uppskrift.fo ella við at útfylla sambandsfrymilin á heimasíðuni.
Er feilur í uppskriftini kanst tú seta teg í samband við upplýsta sniðgevaran. Setur tú teg í samband við okkum, hesum viðvíkjandi, so beina vit teg víðari til sniðgevaran. Endurgjald verður ikki latið, men vit hjálpa fegin.
Upplýsingarnar; navn, bústaður og t-postur, ið tú sendir okkum, verða goymdar í trúnaði.
Vit nýta tær bert til at senda tær vøruna og annars at geva tær upplýsingar um hana.