Heit oyru, eisini um summari

Heit oyru, eisini um summari

Vit hava fingið tvær uppskriftir inn, sum verma oyruni væl. Tað er faktiskt tað góða við at búgva í Føroyum. Vit kunnu binda húgvur og troyggur sum verða brúktar alt ári. 

Hesar báðar uppskriftirnar eru so mikið snildar, at tú kanst brúka tað tógvið tú eigur inni. 

Kanska tað eisini er smart, at byrja at hugsa um jólagávur ;) 

Hygg her, og fá eitt sindur av íblástri til stokkarnar. 

Sonja hevur sniðgivið hesa uppskriftina og kann finnast her

Fleiri uppskriftir hjá henni finnur tú her 

 

Eina uppskrift, til fínari stokkar

Vel tær litir 

restir á uml 10-15 gr av hvørjum litið

Rundstokkar nr 3 40 cm

Strømpepinde nr 3

Bindifastleiki 18 eygu á stokkum nr 3 eru 10 cm 

 

 

 

 

 

Og eina uppskrift til grovar stokkar

Stokkar: 12 mm
Tógv: Uml. 125-175 g blandaðar restir av tógvi, verður bundið við 3-6 træðrum saman, alt eftir tjúkd á tógvi.

Allar restir kunnu brúkast
Húgvan verður bundin aftur og fram við vendistokkum, og síðani seyða saman ella læst av
saman á síðuni.
Tá skift verður tógv, kann skoytið bindast við knúti, ella bara taka tráðin uppí, og síðani hefta
endarnar, sum stinga seg fram.

Hygg nærri at tí sum Turið hevur sniðgivið her