innsavning til Krabbameinsfelagið 2025

innsavning til Krabbameinsfelagið 2025
Í oktobur var árliga innsavningin hjá Krabbameinsfelagnum. Vit tóku eina spontana avgerð at savna pening inn til felagið. Ikki bert tí tey gera eitt fantastiskt arbeiði, men eisini tí vit eru í tí støðu at vit allar hava mist mammu okkara til krabba. 
Vit valdu at lata alla søluna frá okkara uppskriftum til innsavninginga. Tit keyptu fyri 3555 kr, so vit løgdu 2000 kr afturat og fingu deiliga talið, 5555 kr
Tað er hervið latið Krabbameinsfelagnum. 
Vit eru ómetaliga takksamar fyri tykkara stuðul<3 
Á myndunum niðanfyri eru vit tríggjar Vár, Rúna og Alisa við hvør sínari mammu.