Jól í juli?

Jól í juli?

Hvørt ár er gongdin tann sama. Flestu okkara kenna tað.

Vit siga við okkum sjálvi, at: "næsta ár ætli eg mær at binda jólagávurnar í góðari tíð!". Men so kemur august, síðani september og áðrenn vit vita av, er kalendarin aftur fullur av tiltøkum, jólaborðhaldum og øllum tí, sum fylgir við desember. 

Fyri at varðveita tað hugnaliga og gevandi við at binda, varpa vit tí ljós á hugtakið Jól í juli.

Juli er í grundini eitt gott tíðarskeið at byrja upp á heimabundnar jólagávur. Ikki tí, at vit skulu skunda okkum, tvørturímóti. Gávan byrjar við at geva okkum sjálvum møguleika at njóta tilgongdina og veruliga leggja kærleika í plaggið, heldur enn (við møguligum illbønum) at hefta seinastu endarnar, út á náttina 23. desember. (Eg veit, at eg ikki eri tann einasta!)

Byrja vit longu nú, kunnu vit binda í frið og náðum. Møguleiki er at taka bindiverkætlanina við í summarhús, út á terassuna ella við á ferð. Og tað bilar einki, um vit leggja stokkarnar frá okkum nakrar dagar, tí vit hava tíðina fyri okkum. Skuldu vit funnið ein feil, so ber eisini til at rætta hann, uttan at missa mótið og geva uppat.

Góð ráð, um tú eisini ætlar at byrja tíðliga: 

- Ger ein lista, sum inniheldur nøvnini á teimum, ið tú ynskir at binda til og síðani, hvat tú ynskir at binda teimum. Vel størstu verkætlanina fyrst og læt smærru værkætlanirnar bróta av ímillum. Eg elski listar og hesin hjápir við at halda meg til eldin. 

Kanska verður hetta árið, har tú ikki situr 23. desember og bindur við so skjót at eldur kemur í stokkarnar. 

Ert tú klár/ur at seta teg við stokkunum? Blaða ígjøgnum fleiri enn 130 føroyskar bindiuppskriftir á heimasíðuni og finn tína fyrstu jólagávu.

Allar uppskriftir – Uppskrift.fo

Vit ynskja tær góðan bindihug við Jól í juli!

Niðurteljing: 171 dagar til jóla.