Eg datt fram á eitt facebook uppslag í dag, sum viðgjørdið føroysk bindihugtøk. Viðkomandi vísti á at, tað at blokka er ofta at síggja. Tað er harmuligt tá vit eiga føroysk hugtøk fyri sama háttalag.
Tað at leggja í strekk, ella at strekkja havi eg hoyrt og brúki tey heitini, men at skøffa er nýtt í mínum oyrum. Eg haldi hetta vera eitt snøgt og fittligt heitið, sum er upplagt at deila við tykkum
Kenna tit tað at skøffa?