Høvuðsorsøkin til at vit tríggjar kastaðu okkum út í at veita føroyskar uppskriftir, er at vit elska føroyska málið, okkara siðarv, bindimentanina og alt harímillum.
Vit valdu beinanvegin, at vit skuldu bert selja føroyskar uppskriftir, tí tað var tað, sum vit hildu manglaðu á marknaðinum.
Síðani vit byrjaðu okkara virksemi í 2023, hava vit javnan fingið fyrispurningar um at selja uppskriftir, sum eru skrivaðar á øðrum málum. Vit hava t.d. fleiri dugnaligar, føroyskar sniðgevar, sum búgva í Danmark og sum helst vilja skriva á donskum.
Nú fleiri enn 100 føroyskar uppskriftir, eru til keyps á nethandlinum, og uppskriftirnar spenna frá fínum kjólum til te-hettur, so hava vit tikið evnið uppaftur, og vit hava valt at leypa út í tað. So frá nú av fara vit at selja uppskriftir á øðrum málum eisini.
Hvat merkir hetta?
Tað merkir ikki, at ein og hvør Hanus og Janus úr Avstralia ella Amerika (ella Hansina og Jensina, eftirsum tað sum oftast eru konufólk, sum sniðgeva bindiuppskriftir) kann útgeva uppskriftir á okkara nethandli. Vit halda fast við, at vit bert útgeva uppskriftir frá sniðgevum, sum hava okkurt við Føroyar at gera. T.v.s. føroyingar í útlegd ella fólk, sum búgva í Føroyum.
Vit hava fyri kortum gjørt tað lættari fyri sniðgevar, at senda okkum sniðini. Inni á https://uppskrift.fo/pages/snidgeving er nú ein frymil niðast, har man sjálvur kann senda sniðið inn. Noyðist ikki longur avtaluskjal. So um tú vilt útgeva tínar uppskriftir, sum eru skrivaðar á einum øðrum máli, so sendir tú okkum tær bara har.