Royndarbinding

Hendan fantastiska vakra og eleganta blusan var ein av vinnarunum av bindikappingini hjá okkum, og nú fermingarnar nærkast, halda vit tað vera perfekt at útgeva hana.

Um blusuna

Blusan er bundin við fínum tógvi og stokkum. Hon er hevur eitt endurtakandi hol-mynstur, sum ger hana sera luftiga, feminina og eleganta.
Eitt band er um miðjuna, sum man kann stramma, so at blusan situr nærri at kroppinum og gevur kvinnuni tann ynskiliga tímaglas-formin.

Blusan er bundin við stokkum 4,5 mm og 5 mm.

Bindifastleikin er 19 eygu x 24 umfør = 10 x 10 cm á stokkum 5 mm.

1 av 4

Um teg

Okkum tørvar royndar og óroyndar bindarar til royndarbindingina, og tað er ein fyrimunur um tú dugir at binda úr erva.

Tú skalt geva okkum afturboðan um uppskriftina - um stavivillur, hvussu løtt ella torfør uppskriftin varð at fylgja, um útrokningar eru skeivar og tílíkt.

Tú skalt hava ein almennan vanga á Instagram ella ein Facebook vanga, har tú skalt deila myndir av blusuni við #PuntaligBlusa og frámerkja okkum @uppskrift.fo
Um tú ikki hevur ein vanga á sosialu miðlunum, so kanst tú senda okkum myndir við telduposti á uppskrift@uppskrift.fo

Plaggið skal vera liðugt í seinasta lagi 20. februar, og afturmæli skal eisini verða innlatið tá.