Kapping

Nú skúlarnir skjótt byrja aftur, hildu vit tað vera upplagt at hava eina kapping um skúlatroyggju-uppskriftir.

Um kappingina

Vinningur

3 hespur av Chunky Mohair - frá Hespuni

Føroysk Bindingarmynstur, Bundnaturriklæðið - frá Føroya Heimavirki

Vinningarnir eru ikki latnir; vit hava keypt teir.

Luttøkutreytir

  • Uppskriftin skal vera skrivað á føroyskum
  • Uppskriftin skal vera útgivin á okkara nethandli millum 1. apríl og 31. mai, og freistin at senda okkum uppskriftina er tann 31. mai
  • Tú skalt sjálv/ur hava skrivað uppskriftina ella eiga rættindini til hana.
  • Uppskriftin skal vera til eina skúlatroyggju ella barnatroyggju
  • Uppskriftin skal í minsta lagi vera til uml. stødd 7 ár, men tað kunnu gott vera fleiri støddir eisini.

Uppskriftin verður dømd eftir

  • Hvussu uppskriftin er úr hondum greidd (greidleiki, støddir, føroysk bindihugtøk, osv.)
  • Sniði (tógvslag, litir og litsamanseting, nýhugsan, osv.)


Hvussu verður við uppskriftini?

Uppskriftin verður seld á nethandlinum, líka sum allar aðrar. Hetta merkir, at tú eigur og varðveitir rættindini til uppskriftina og kanst selja hana har tú vilt, og vit taka 25% av hvørjari sølu - akkurát sum vant.
Tú kanst altíð steðga søluni av uppskriftini, um tú vilt.

Soleiðis luttekur tú

Send okkum ein teldupost á uppskrift@uppskrift.fo við

  • uppskriftini (skal vera pdf)
  • myndum
  • einum stuttum teksti (uml. ein setning) um plaggið
  • eitt útfylt avtaluskjal. Um tú ikki hevur avtaluskjalið, skriva so til okkum á uppskrift@uppskrift.fo og bið um tað.

So leita tær íblástur, set teg væl til rættis við stokkunum og minst til - tað er bara hugflogið, sum setur avmarkingar!

Ofta settir spurningar

Hvørji sløg av pløggum kann eg binda?

Hendan kappingin snýr seg bert um skúlatroyggjur (og barnatroyggjur, sum kunnu brúkast sum skúlatroyggjur).

Hvat skal eg skriva í uppskriftina?

Uppskriftin skal innihalda slag av tógvi, hvussu nógv tógv er brúkt, og stokkastødd(ir). Hon skal eisini upplýsa eygatal um t.d. hálsin, ermar, osv., hvønn veg plaggið er bundið (t.d. úr erva ella neðra), og bindifastleika (strikkefasthed - hvussu nógv eygu pr. 10 cm).

Hvussu ofta kann eg luttaka í kappingini?

So ofta, sum tær lystir. Tað er einki mark fyri hvussu hvussu ofta tú kanst luttaka. Hvør útgivna uppskrift er ein luttøka.

Hvussu meldi eg meg til kappingina?

Send okkum ein teldupost á uppskrift@uppskrift.fo við

  • uppskriftini (skal vera pdf)
  • myndum
  • einum stuttum teksti (uml. ein setning) um plaggið
  • eitt útfylt avtaluskjal. Um tú ikki hevur avtaluskjalið, skriva so til okkum á uppskrift@uppskrift.fo og bið um tað.

Hvat ganga tit eftir, tá ið tit trekkja ein vinnara?

Uppskriftin verður dømd eftir hvussu væl úr hondum greidd, hon er (her hugsa vit um greidleika; um hon hevur bindifastleika, stokkastødd, osv.; føroysk bindihugtøk; o.a.) og eftir sniðinum (her hugsa vit um útsjóndina; hvussu væl tógvið hóskar til troyggjuna; litir og litsamanseting, nýhugsan, osv.)