Melda teg til tíðindabrævið
Áardún - hettuturriklæði
Støddir: Ein stødd
Stokkar:
- Ein rundstokk nummar 7
- Fýra ermastokkar nummar 7
- Ein ermastokk nummar 8 ella eina hekklinál nr. 5, at læsa av við
Tógv: 3 noðir av Børstet Alpakka (50 gr = 110 m) og 2 noðir av Sunday (50 gr = 235 m), bæði frá Sandnes Garn
Hettuturriklæðið er heitt og fjálgt og samstundis rátt á at líta. Navnið Áardún er úr bókini Føroya Flora, og hóskar væl til plaggið. Við góðu gomlu brølapuni í huga mentist hettuturriklæðið. Hettuturriklæðið er bundið hálvpatent - hetta er ein lættur bindiháttur, sum øll kunnu fara í holt við. Við bleyta tónum fært tú eitt lekkurt plagg, sum kann nýtast nærum alt árið í Føroyum.
Brúka #ÁardúnHettuturriklæði
tá ið tú deilir myndir av turriklæðinum á sosialum miðlum.
Pickup currently not available
Allar uppskriftirnar, sum vit selja, eru talgildar.
Tá ið tú keypir uppskriftina, verður hon send til teldupostadressuna, sum tú tøppar inn.
Virðing
Tá ið tú keypir eina uppskrift á okkara nethandli, stuðlar tú einum sniðgeva, sum hevur brúkt nógva tíð og orku (og evt. pening) upp á at gera uppskriftina.
Vís virðing við ikki at avrita uppskriftina ella lata øðrum hana, og sel ikki pløgg, sum eru bundin eftir uppskriftini.