Skip to product information
A young girl with blonde hair stands in a grassy field wearing a fuzzy knit sweater with a light pink and lavender pattern and black pants.

Astrið Sweater - Mini

Astrið Sweater Mini er ein mjúk og fjálg troyggja til lítil hjørtu og stór ævintýr.
55,00 kr

Støddir: 2 (4) 6 (8) 10 (12) ár

Liðugt ummál á buli: uml. 61 (66) 71 (76) 81 (86) cm

Full longd: uml. 38 (43) 46 (50) 54 (58) cm 

Stokkar: Rundstokk 40, 60 og 80 cm. 3,5 mm til rond og háls 4,5 mm til bul og ermar.

Tógv: DROPS Kid-Silk ella samsvarandi mohair/silki. Verður bundin við 2 tráðum.

Bindifastleiki: 22 eygu = 10 cm í sløttum á stokk 4,5 mm við 2 tráðum.

Tilfar:

  • 2 ár: Botnfarva = 125 gr / farva 1 = 50 gr / farva 2 = 50 gr
  • 4 ár: Botnfarva = 125 gr / farva 1 = 50 gr / farva 2 = 50 gr
  • 6 ár: Botnfarva = 125 gr / farva 1 = 50 gr / farva 2 = 50 gr
  • 8 ár: Botnfarva = 150 gr / farva 1 = 75 gr / farva 2 = 75 gr
  • 10 ár: Botnfarva = 175 gr / farva 1 = 75 gr / farva 2 = 75 gr
  • 12 ár: Botnfarva = 200 gr / farva 1 = 100 gr / farva 2 = 100 gr

Spurningar, viðmerkingar og annað verða sendir sniðgevanum, Karin Elisa Svøðstein

Brúka #AstridSweaterMini tá ið tú deilir myndir av troyggjuni á sosialum miðlum.

Allar uppskriftirnar, sum vit selja, eru talgildar.
Tá ið tú keypir uppskriftina, verður hon send til teldupostadressuna, sum tú tøppar inn.

Virðing

Tá ið tú keypir eina uppskrift á okkara nethandli, stuðlar tú einum sniðgeva, sum hevur brúkt nógva tíð og orku (og evt. pening) upp á at gera uppskriftina.

Vís virðing við ikki at avrita uppskriftina ella lata øðrum hana, og sel ikki pløgg, sum eru bundin eftir uppskriftini.

You may also like