Skip to product information
Aurora hetta til vaksin

Aurora hetta til vaksin

Heit, løtt, turriklæði og húgva í einum, prýðilig og praktisk.
45,00 kr

Støddir: Onesize (ein stødd). Passar húgvumát 55-60 cm.

Tógv: 100 g av Arwetta Filcolana (50 g = 210 m) saman við 50 g av KidSilk Drops (25 g =
210 m).

Stokkar: Rundstokk 3,5 mm, 40 cm.

Bindifastleiki: 22 eygu x 32 stokkar = 10 x 10 cm bundið slætt á stokkum 3,5 mm við einum tráði av Filcolana Arwetta og einum tráði av Drops KidSilk.

Hettan verður bundin úr erva.

Nýt #AuroraHettan tá ið tú deilir myndir av hettuni á sosialum miðlum.

Allar uppskriftirnar, sum vit selja, eru talgildar.
Tá ið tú keypir uppskriftina, verður hon send til teldupostadressuna, sum tú tøppar inn.

Virðing

Tá ið tú keypir eina uppskrift á okkara nethandli, stuðlar tú einum sniðgeva, sum hevur brúkt nógva tíð og orku (og evt. pening) upp á at gera uppskriftina.

Vís virðing við ikki at avrita uppskriftina ella lata øðrum hana, og sel ikki pløgg, sum eru bundin eftir uppskriftini.

You may also like