Melda teg til tíðindabrævið
Heim í Heiðarnar - turriklæði við blonduborda
Turriklæðið er í familju við siðbundnu føroysku sjalini, men hevur tikið rákið til sín við smølu turriklæðunum og hevur soleiðis á heilt serligan hátt samantvinnað tað siðbundna og nútímans, og so hevur tað fingið lagt eitt fitt holufald afturat.
Breidd: 160 cm
Longd: 12-14 cm
Bindifastleiki: 14 eygu og 21 umfør á stokki 5mm: 10 x 10 cm
Stokkar og hekklinál: 5mm og 5.0 mm
Tógv: 100 g av Alpaca 1 frá Isager (bundið dupult) ella 50 g av Uno frá Navia
Nýt #HeimÍHeiðarnarTurriklæði tá ið tú deilir myndir av turriklæðinum á sosialum miðlum.
Pickup currently not available
Allar uppskriftirnar, sum vit selja, eru talgildar.
Tá ið tú keypir uppskriftina, verður hon send til teldupostadressuna, sum tú tøppar inn.
Virðing
Tá ið tú keypir eina uppskrift á okkara nethandli, stuðlar tú einum sniðgeva, sum hevur brúkt nógva tíð og orku (og evt. pening) upp á at gera uppskriftina.
Vís virðing við ikki at avrita uppskriftina ella lata øðrum hana, og sel ikki pløgg, sum eru bundin eftir uppskriftini.