Skip to product information
Jolene’s T.

Jolene’s T.

Jolene’s T. er ein løtt og pyntulig blusa, sum er skjót at binda. Paillett frynsarnir aftanfyri geva henni eitt westernlook. Hon riggar bæði til gerandis og festligt brúk.
45,00 kr

Støddir: S (M) L

Tógv:

  • Bella by Permin ( 50 g = 145 m)
  • Pailettes hjá Lang Yarns (25 g = 112 m)

Nøgdir: 

  • Bella: 100g (2 noður) til allar støddir
  • Pailettes: 25g til allar støddir

Stokkar: rundstokkar std. 15 mm (80 cm ella 60 cm)

Bindifastleiki: 7 eygu = 10 cm

Mannagongd: Blusan verður bundin úr neðra og upp. Eygu til ermar verða tikin uppá, soleiðis at alt er bundið í einum. Tá blusan er liðugt bundin, verða frynsar bregdaðir á. 

Nýt #JolenesTblusan tá ið tú deilir myndir av blusuni á sosialum miðlum.

Allar uppskriftirnar, sum vit selja, eru talgildar.
Tá ið tú keypir uppskriftina, verður hon send til teldupostadressuna, sum tú tøppar inn.

Virðing

Tá ið tú keypir eina uppskrift á okkara nethandli, stuðlar tú einum sniðgeva, sum hevur brúkt nógva tíð og orku (og evt. pening) upp á at gera uppskriftina.

Vís virðing við ikki at avrita uppskriftina ella lata øðrum hana, og sel ikki pløgg, sum eru bundin eftir uppskriftini.

You may also like