Skip to product information
Muss og klemm - vøttir og pannuband

Muss og klemm - vøttir og pannuband

Bint eina gávu, sum vísir móttakaranum hvussu góð/ur tú ert við tey. Vøttirnir og pannubandið hava eitt XOXO mynstur, sum symboliserar muss og klemm.
35,00 kr

Heitir og mjúkir vøttir og pannuband. Bundin við grovum stokkum og tjúkkum tógvi, so at hendurnar og oyruni verða væl vard móti kuldanum.

Støddir: Vøttir 1 (2) 3. Pannuband 1 (2)
Mát: Vøttir: 25 (26) 30 cm, og pannuband, sum passar til høvuðmát: 54-57 (57-60) cm
Stokkar: 4,5 mm (5,5 mm) 6 mm, og hjálparstokk til snar
Tógv: Wish frá Drops.
Nøgdir: 100 g (100 g) 150 g til vøttirnar og 40-50 g til pannubandið.

Nýt #MussOgKlemmVøttir og #MussOgKlemmPannuband tá ið tú deilir myndir av teimum á sosialum miðlum.

Allar uppskriftirnar, sum vit selja, eru talgildar.
Tá ið tú keypir uppskriftina, verður hon send til teldupostadressuna, sum tú tøppar inn.

Virðing

Tá ið tú keypir eina uppskrift á okkara nethandli, stuðlar tú einum sniðgeva, sum hevur brúkt nógva tíð og orku (og evt. pening) upp á at gera uppskriftina.

Vís virðing við ikki at avrita uppskriftina ella lata øðrum hana, og sel ikki pløgg, sum eru bundin eftir uppskriftini.

You may also like