Melda teg til tíðindabrævið
Pinkuvøttir - vøttir uttan tummil
Støddir: 0-3 mðr (3-6 mðr)
Breidd á vøtti (eftir vask): 6 cm (7 cm)
Longd á vøtti (eftir vask): 10,5 cm (12 cm)
Stokkar: Ermastokkar std. 3,0 mm (og 2,5 mm, um tú bindir leysa rond)
Tógv: 50 g av Filcolana Arwetta
Bindiháttir brúktir í uppskriftini: Kasta uppá, rætt, rangt, avtøkur til høgru og vinstru, og avlæsing.
Deil tína útgávu av vøttunum við at nýta #SteinamørkPinkuvøttir og @steinamork á sosialum miðlum.
Spurningar, viðmerkingar og annað um uppskriftina, verða sendir sniðgevanum
Pickup currently not available
Allar uppskriftirnar, sum vit selja, eru talgildar.
Tá ið tú keypir uppskriftina, verður hon send til teldupostadressuna, sum tú tøppar inn.
Virðing
Tá ið tú keypir eina uppskrift á okkara nethandli, stuðlar tú einum sniðgeva, sum hevur brúkt nógva tíð og orku (og evt. pening) upp á at gera uppskriftina.
Vís virðing við ikki at avrita uppskriftina ella lata øðrum hana, og sel ikki pløgg, sum eru bundin eftir uppskriftini.