Skip to product information
Skúlatroyggja við stjørnum

Skúlatroyggja við stjørnum

Skúlatroyggja við íblástri frá mongu stjørnutroyggjunum, ið vit hava sæð ígjøgnum ár og dag. Troyggjan er bundin úr erva við raglan, á stokki 5 og 8 mm.
55,00 kr

Støddir: 6-7 ár (7-8 ár)
Longd: uml. 47 cm (51 cm)
Stokkar: std. 5 mm og 8 mm
Tógv: Drops Brushed Alpaca Silk
Nøgdir: 

  • Botnlitur: 75 (100) g av Drops Brushed Alpaca Silk
  • Mynsturlitir: 50 (50) g av Drops Brushed Alpaca Silk

Torleikastig: fyri miðal-royndar bindarar

Troyggjan verður bundin úr erva við dubultum tráði.

Brúka #SkúlatroyggjaViðStjørnum tá ið tú deilir myndir av troyggjuni á sosialum miðlum.

 

Allar uppskriftirnar, sum vit selja, eru talgildar.
Tá ið tú keypir uppskriftina, verður hon send til teldupostadressuna, sum tú tøppar inn.

Virðing

Tá ið tú keypir eina uppskrift á okkara nethandli, stuðlar tú einum sniðgeva, sum hevur brúkt nógva tíð og orku (og evt. pening) upp á at gera uppskriftina.

Vís virðing við ikki at avrita uppskriftina ella lata øðrum hana, og sel ikki pløgg, sum eru bundin eftir uppskriftini.

You may also like