Skip to product information
Person wearing a red and white striped shirt against a wooden fence.

Tinna Tee

Flott blusa við áhugaverdum, bylgjutum strípum. Hesa má man eiga.
45,00 kr

Støddir: XS/S (S/M) L

Vegleiðandi mát:

  • Heil longd: 43 (48) 53 cm
  • Longd upp undir hond: 26 (30) 34 cm
  • Breidd bulur: 32 (42) 52 cm
  • Breidd bulur + ermar: 68 (75) 82 cm
  • Erma breidd: 17 (18) 19 cm

Tógv: 150 (200) 250 g av Drops Paris ella Karen Klarbæk 8/8, bundið saman við 50 (50) 75 g av Drops Kid Silk

Stokkar: std. 4,5 mm og 7 mm

Blusan verur bundin aftur og fram, í tveimum stykkjum.

Hendan uppskriftin er royndarbundin.

Spurningar, viðmerkingar og annað um uppskriftina verða sendir Tinnu

Nýt #TinnaTee og #HandmadeByTinna tá ið tú deilir myndir av blusuni á sosialum miðlum.

Allar uppskriftirnar, sum vit selja, eru talgildar.
Tá ið tú keypir uppskriftina, verður hon send til teldupostadressuna, sum tú tøppar inn.

Virðing

Tá ið tú keypir eina uppskrift á okkara nethandli, stuðlar tú einum sniðgeva, sum hevur brúkt nógva tíð og orku (og evt. pening) upp á at gera uppskriftina.

Vís virðing við ikki at avrita uppskriftina ella lata øðrum hana, og sel ikki pløgg, sum eru bundin eftir uppskriftini.

You may also like