Uppskrift.fo Uppskrift.fo
Valmynd Valmynd
Melda teg til tíðindabrævið
Støddir: 1 (2) 3 (4)
Passar til bringu-/búkmál: 71-80 cm (81-96 cm) 101-117 cm (122-137 cm)
Ummál á bulinum á troyggjuni: 101 cm (109 cm) 120 cm (142 cm)
Longd frá hálsrondini niður til rondina framman: 44 cm (49 cm) 53 cm (55,5 cm)
Longd frá hálsrondini niður til rondina aftan: 51 cm (54 cm) 58 cm (61 cm)
Ermalongd: 40 cm
Bindifastleiki: 18 x 24,5 (16 x 23) 15 x 22 (12 x 16) = 10 x 10 cm
Stokkar: 4 mm og 5 mm (4 mm og 6 mm) 4 mm og 6 mm (6 mm og 8 mm)
Tógv:
Pyntitráður: Til rendurnar verður ein gulltráður ella Make It Blumchen tráður brúktur.
Soleiðis er hon bundin: Troyggjan er bundin runt úr erva og niður. Eftir hálsin bindir tú beristykkið, setur av til ermar, samlar arbeiðið undir hondini og bindur bulin runt niður til skarðini. Skarðini verða bundin aftur og fram við rond niðast. Til síðst verða ermarnar bundnar.
Viðmerking: Vanliga, tá ið vit gera uppskriftir, broyta vit støddina við at broyta eygatalið. Í hesum førinum er tulipan-mynstrið so stórt, at tað ikki bar til at taka nokk av eygum av, til at kunna gera minni støddir. Tí hava vit valt at gera tað eitt sindur øðrvísi, við at broyta bindifastleikan ístaðin.
Vit hava við vilja valt nógvar ymiskar tógvsamansetingar, fyri at tit skulu síggja at tað ber til at fáa eitt vakurt úrslit óansæð hvørja samanseting, man velur. Vit gleða okkum at síggja tykkara samansetingar.
Hendan uppskriftin er royndarbundin.
Spurningar, viðmerkingar og annað kunnu sendast okkum her á heimasíðuni.
Rúna á Steinamørk hevur skrivað uppskriftina fyri Uppskrift.fo. Ása Súnadóttir hevur sniðgivið troyggjuna, sum var ein av vinnarunum til bindikappingina hjá okkum.
Myndirnar eiga Ása Súnadóttir, Rebekka Maria Hansen, Halda Juul og Rúna á Steinamørk.
Brúka #VónríkarTulipanir tá ið tú deilir myndir av troyggjuni á sosialum miðlum.
Pickup currently not available
Allar uppskriftirnar, sum vit selja, eru talgildar.
Tá ið tú keypir uppskriftina, verður hon send til teldupostadressuna, sum tú tøppar inn.
Tá ið tú keypir eina uppskrift á okkara nethandli, stuðlar tú einum sniðgeva, sum hevur brúkt nógva tíð og orku (og evt. pening) upp á at gera uppskriftina.
Vís virðing við ikki at avrita uppskriftina ella lata øðrum hana, og sel ikki pløgg, sum eru bundin eftir uppskriftini.