Skip to product information
Aelia hetta

Aelia hetta

Mjúk og fjálg hetta, bundin á grovum stokkum.
45,00 kr

Støddir: Onesize (ein stødd). Passar húgvumát 55-60 cm.

Tógv: 100 g av Drops Air (50 g = 150 m) saman við 100 g av Fnugg in Florence frá Bæstmor (50 g = 80 m).

Stokkar: Rundstokk 8,0 mm (40 cm) og stokkar 6,0 mm.

Bindifastleiki: 8 eygu x 11 stokkar = 10 x 10 cm bundið slætt á stokkum 8,0 mm við tveimum tráðum Drops Air og einum tráði Fnugg in Florence.

Hettan verður bundin úr erva.

Nýt #AeliaHettan tá ið tú deilir myndir av hettuni á sosialum miðlum.

Allar uppskriftirnar, sum vit selja, eru talgildar.
Tá ið tú keypir uppskriftina, verður hon send til teldupostadressuna, sum tú tøppar inn.

Virðing

Tá ið tú keypir eina uppskrift á okkara nethandli, stuðlar tú einum sniðgeva, sum hevur brúkt nógva tíð og orku (og evt. pening) upp á at gera uppskriftina.

Vís virðing við ikki at avrita uppskriftina ella lata øðrum hana, og sel ikki pløgg, sum eru bundin eftir uppskriftini.

You may also like