Skip to product information
Anaia

Anaia

Troyggjan verður bundin úr erva við raglan úttøkum, við skiftandi tógvi og mynstri.
45,00 kr

Støddir: S (M) L
Longd frá herðum: 46 (51) 53 cm
Vídd: 80 (86) 92 cm

Tógv: 25 (25) 50 g av Drops Kidsilk (25 g = uml. 210 m) saman við 50 (50) 100 g av Drops Air (50 g = uml. 150 m) ella 100 (100) 150 g av Drops Snow (50 g = uml. 50 m).

Stokkar: Rundstokkur std. 15 mm (80 cm)

Bindifastleiki: 7 eygu x 7 stokkar = 10 x 10 cm bundið slætt á stokkum 15 mm við tveimum tráðum Drops Kidsilk.

Troyggjan verður bundin úr erva.

Nýt #AnaiaTroyggjan tá ið tú deilir myndir av troyggjuni á sosialum miðlum.

Allar uppskriftirnar, sum vit selja, eru talgildar.
Tá ið tú keypir uppskriftina, verður hon send til teldupostadressuna, sum tú tøppar inn.

Virðing

Tá ið tú keypir eina uppskrift á okkara nethandli, stuðlar tú einum sniðgeva, sum hevur brúkt nógva tíð og orku (og evt. pening) upp á at gera uppskriftina.

Vís virðing við ikki at avrita uppskriftina ella lata øðrum hana, og sel ikki pløgg, sum eru bundin eftir uppskriftini.

You may also like