Skip to product information
Aurora húgva til børn

Aurora húgva til børn

Heit og løtt brølapa til børn og pinkubørn.
50,00 kr

Støddir: 6-12 mðr (1-2 ár) 2-6 ár
Húgvumát: 43-46 cm (46-49 cm) 49-54 cm

Tógv: 50 (50) 100 g av Drops Flora (50 g = 210 m) saman við 25 (25) 50 g av KidSilk Drops (25 g = 210 m).

Stokkar: Rundstokk 3,5 mm (40 cm) og rundstokk 3,0 mm (40 cm).

Bindifastleiki: 22 eygu x 32 stokkar = 10x10 cm bundið slætt á stokkum 3,5 mm við einum tráði Drops Flora og einum tráði Drops KidSilk.

Hettan verður bundin úr erva.

Nýt #AuroraBaby tá ið tú deilir myndir av hettuni á sosialum miðlum.

Allar uppskriftirnar, sum vit selja, eru talgildar.
Tá ið tú keypir uppskriftina, verður hon send til teldupostadressuna, sum tú tøppar inn.

Virðing

Tá ið tú keypir eina uppskrift á okkara nethandli, stuðlar tú einum sniðgeva, sum hevur brúkt nógva tíð og orku (og evt. pening) upp á at gera uppskriftina.

Vís virðing við ikki at avrita uppskriftina ella lata øðrum hana, og sel ikki pløgg, sum eru bundin eftir uppskriftini.

You may also like