Uppskrift.fo Uppskrift.fo
Valmynd Valmynd
Melda teg til tíðindabrævið
Teir so nevndu Make nine listarnir, hava í fleiri ár verið uppi at vent á sosialu miðlunum. Vit hava valt at kalla hetta Bint 9.
Bint 9 er ein listi sum tú kanst gera tær. Hann leggur upp til, at tú kanst skapa tær eitt yvirlit av 9 ymiskum verkætlanum, tú ætlar tær at binda ella gera í 2026.
Summi brúka listan, til at krossa av tað sum tey hava setta sær fyri. Summi bruka listan til at avmarka sær stóra bindiíblásturin. Summi bruka listan til, at at betra um teirra hondarbeiðsførleikar. Onnur bert sum íblástur. Kanska tað eisini er stuttligt, at kaga aftur á bind 9 listan, tá árið er farið framvið. Hann leggur upp til, at vit kunnu gera okkum tankar um hvat vit ynskja at gera. Vit eru eisini nøkur sum elska at gera listar. Møguleikarnir eru mangir, og ongin sigur, at tað er ein rættur máti.
Hetta blaðið er gjørt soleiðis, at tú kanst skriva tín egna lista við tingum, sum tú kundi hugsað tær at fingið frá hondini í hesum árinum.
Til íblástur, er ein listi av binditeknikkum, pløggum og smálutum av ymiskum slag, til tín.
Tað ber eisini til at at seta kross við fleiri av málunum í senn. T.d. um tú skrivar, at binda eina troyggju úr erva, svik og raglan, kanst tú við einum luti seta tríggjar krossar. Tað er tað góða við hesum listanum, at tú kanst tillaga hann til tín, og hvat tú hevur hug til. Og vónandi hoyra vit frá tær gjøgnum árið, so hvørt sum tú fart krossa av listanum.
Vit nýta #Bint9Uppskrift2026 á sosialu miðlunum, til hetta árið, so vit kunnu forvitnast, geva og fáa íblástur frá hvør øðrum.
Fyrstu ráðini frá okkum er sjálvandi, bint eftir føroyskari uppskrift.
G.G. Við at keypa hesa vøruna fært tú eitt blað sendandi til tína teldupostadressu, sum tú kanst prenta út og skriva tín Bint 9 lista á.
Pickup currently not available
Allar uppskriftirnar, sum vit selja, eru talgildar.
Tá ið tú keypir uppskriftina, verður hon send til teldupostadressuna, sum tú tøppar inn.
Tá ið tú keypir eina uppskrift á okkara nethandli, stuðlar tú einum sniðgeva, sum hevur brúkt nógva tíð og orku (og evt. pening) upp á at gera uppskriftina.
Vís virðing við ikki at avrita uppskriftina ella lata øðrum hana, og sel ikki pløgg, sum eru bundin eftir uppskriftini.