Skip to product information
Blondublusa

Blondublusa

Blusan er pyntilig og søt, og hóskar seg bæði til gerandisdagin og til fínari høvi. Hon hevur eitt feminint snið við holmynstri, bylgjum og flottum opnum ryggi.
50,00 kr

Støddir: S (M) L
Bringumál: uml. 80-95 (95-110) 110-125 cm
Arm-ummál: uml. 34 (40) 46 cm

Stokkar: Rundstokkar std. 3 mm, 80 og 40 cm

Hekklinál: 3 mm

Tógv: 200 (250) 300 g av Sunday frá Sandnes Garn ella Flora frá Drops

Bindifastleiki: 28 eygu = 10 cm

Blusan verður bundin niðrifrá og upp. Ermarnar verða bundnar fyri seg og síðani bundnar upp í troyggjuna við raglani.

Hendan uppskriftin er royndarbundin.

Spurningar, viðmerkingar og annað kunnu sendast til Bindikarin.

Brúka #Blondublusa tá ið tú deilir myndir av blusuni á sosialum miðlum.

Allar uppskriftirnar, sum vit selja, eru talgildar.
Tá ið tú keypir uppskriftina, verður hon send til teldupostadressuna, sum tú tøppar inn.

Virðing

Tá ið tú keypir eina uppskrift á okkara nethandli, stuðlar tú einum sniðgeva, sum hevur brúkt nógva tíð og orku (og evt. pening) upp á at gera uppskriftina.

Vís virðing við ikki at avrita uppskriftina ella lata øðrum hana, og sel ikki pløgg, sum eru bundin eftir uppskriftini.

You may also like