Skip to product information
Brim Sweater

Brim Sweater

Barnatroyggja til gentu og drong 2-8 ár, heit og hóskar væl til tað føroyska veðrið og allar árstíðir sum Føroyar hevur at bjóða okkum.
55,00 kr

 

STØDDIR:

2 ár (4 ár) 6 ár (8 ár)

Longd á troyggju í cm:

2 ár = 32 cm.

4 ár = 36 cm.

6 ár = 40 cm.

8 ár = 44 cm.

 

BINDIFASTLEIKI : 17 Eygu = 10 cm.

TÓGV: Til ber at brúka:

Drops Nepal ella Sandnes Peer Gynt

Drops Nepal (50 gr.) pr. noða 
Sandnes Peer Gynt (50 gr.) pr. noða

 

Dømi:

- Farva 1: blátt

- Farva 2: appelsingult

- Farva 3: hvítt

 

Stødd

Farva 1

Farva 2

Farva 3

2 ár

2 stk.

2 stk.

1 stk.

4 ár

3 stk.

3 stk.

1 stk.

6 ár

3 stk.

4 stk.

1 stk.

8 ár

4 stk.

4 stk.

2 stk.

 

STOKKAR

RUNDSTOKK: 4 mm til rond.

RUNDSTOKK: 5 mm til bul og ermar.

ERMA: Magic loop ella ermastokkar

(40 cm til háls, 60 - 80 cm til kropp)

Spurningar, viðmerkingar og annað verða sendir sniðgevanum, Karin Elisa Svøðstein

Brúka #BrimSweater tá ið tú deilir myndir av troyggjuni á sosialum miðlum.

Allar uppskriftirnar, sum vit selja, eru talgildar.
Tá ið tú keypir uppskriftina, verður hon send til teldupostadressuna, sum tú tøppar inn.

Virðing

Tá ið tú keypir eina uppskrift á okkara nethandli, stuðlar tú einum sniðgeva, sum hevur brúkt nógva tíð og orku (og evt. pening) upp á at gera uppskriftina.

Vís virðing við ikki at avrita uppskriftina ella lata øðrum hana, og sel ikki pløgg, sum eru bundin eftir uppskriftini.

You may also like