Skip to product information
Fólk í myrkari bundnari hettu uttandura við grønum urtagarðsvøksti í bakgrundini

Brølapan Snar

Løtt og mjúk hetta. Hettan er bundin úr mjúkum tógvi og situr sera væl.
40,00 kr

Støddir: One size (ein stødd)

Liðugt mát: 40 cm long og 52 cm breið

Tógv: 100 g av Navia Duo (50 g = 180 m) og 50 g av Navia Alpakka (25 g = 230 m). (Bundið við einum tráði av Duo og tveimum træðrum av Alpakka).

Ella

50 g av Drops Brushed Alpaca silk (25 g = 140 m) og 100 g av Drops Air (50 g = 150 m). (Bundið verður við einum av hvørjum tráði)

Bindifastleiki: 15 eygu á stokki 6 mm = 10 cm. Bundið slætt.

Stokkar: Rundstokkur 40 cm, std. 6 mm.

Hettan verður bundin frá nakkanum og uppeftir. 

Uppskriftin er royndarbundin.

Spurningar, viðmerkingar og annað kunnu sendast til Barbaru.

Nýt #BrølapanSnar tá ið tú deilir myndir av hettuni á sosialum miðlum.

Allar uppskriftirnar, sum vit selja, eru talgildar.
Tá ið tú keypir uppskriftina, verður hon send til teldupostadressuna, sum tú tøppar inn.

Virðing

Tá ið tú keypir eina uppskrift á okkara nethandli, stuðlar tú einum sniðgeva, sum hevur brúkt nógva tíð og orku (og evt. pening) upp á at gera uppskriftina.

Vís virðing við ikki at avrita uppskriftina ella lata øðrum hana, og sel ikki pløgg, sum eru bundin eftir uppskriftini.

You may also like