Uppskrift.fo Uppskrift.fo
Valmynd Valmynd
Melda teg til tíðindabrævið
Støddir: One size (ein stødd)
Liðugt mát: 40 cm long og 52 cm breið
Tógv: 100 g av Navia Duo (50 g = 180 m) og 50 g av Navia Alpakka (25 g = 230 m). (Bundið við einum tráði av Duo og tveimum træðrum av Alpakka).
Ella
50 g av Drops Brushed Alpaca silk (25 g = 140 m) og 100 g av Drops Air (50 g = 150 m). (Bundið verður við einum av hvørjum tráði)
Bindifastleiki: 15 eygu á stokki 6 mm = 10 cm. Bundið slætt.
Stokkar: Rundstokkur 40 cm, std. 6 mm.
Hettan verður bundin frá nakkanum og uppeftir.
Uppskriftin er royndarbundin.
Spurningar, viðmerkingar og annað kunnu sendast til Barbaru.
Nýt #BrølapanSnar tá ið tú deilir myndir av hettuni á sosialum miðlum.
Pickup currently not available
Allar uppskriftirnar, sum vit selja, eru talgildar.
Tá ið tú keypir uppskriftina, verður hon send til teldupostadressuna, sum tú tøppar inn.
Tá ið tú keypir eina uppskrift á okkara nethandli, stuðlar tú einum sniðgeva, sum hevur brúkt nógva tíð og orku (og evt. pening) upp á at gera uppskriftina.
Vís virðing við ikki at avrita uppskriftina ella lata øðrum hana, og sel ikki pløgg, sum eru bundin eftir uppskriftini.