Skip to product information
Frí - troyggja við stuttum ermum

Frí - troyggja við stuttum ermum

60,00 kr

Stødd: onesize (ein stødd)

Mát:
Longd mitt aftan: 50 cm
Breidd um bringuna: 57 cm
Erma: 20 cm

Stokkar: 5,0 mm, 5,5 mm og 6,0 mm

Bindifastleiki: 15 eygu x 17 stokkar = 10 cm

Tógv:

  • Botnlitur: 150 g av hvítum 2 tráðaðum tógvi frá Snælduni (360 m = 100 g) og 75 g av Tilia mohair frá Filcolana (210 m = 25 g) fv. 101
  • Mynsturlitur: 50 g av grønum 2 tráðaðum tógvi frá Snælduni (360 m = 100 g)
    25 g av Tilia mohair frá Filcolana (210 m = 25 g) fv. 279

Hevur tú spurningar, viðmerkingar og annað til uppskriftina kanst tú senda meyl til gudrunhedinsdottir@hotmail.com

Brúka #FríTroyggja tá ið tú deilir myndir av troyggjuni á sosialum miðlum.

Virðing

Tá ið tú keypir eina uppskrift á okkara nethandli, stuðlar tú einum sniðgeva, sum hevur brúkt nógva tíð og orku (og evt. pening) upp á at gera uppskriftina.

Vís virðing við ikki at avrita uppskriftina ella lata øðrum hana, og sel ikki pløgg, sum eru bundin eftir uppskriftini.

You may also like