Melda teg til tíðindabrævið
Gamlar gøtur - vestur
Vesturin er bundin við tveimum træðrum; 2-tráða snældutógv saman við mohair.
Vesturin hevur eitt unisex-snið.
Støddir: S/M (L/XL)
Longd mitt aftan: 53 cm (65 cm)
Mát: Breidd um bringuna: 45 cm (53 cm)
Støddin er vegleiðandi. Vesturin kann bindast longri, ella so mynstrið passar.
Rondin kann eisini passast til.
Vegleiðandi stokkar: Stokkur 4,5 og 5,5 til rond
Stokkur 6 til mynsturbinding
Bindifastleiki: 15e/17s pr 10*10 cm
Bindiroynd - ger eina bindiroynd, so tú sært um bindifastleikin passar.
Hevur tú spurningar, viðmerkingar ella annað kunnu sendast til Guðruna.
Brúka #GamlarGøtur tá ið tú deilir myndir av vestinum á sosialum miðlum.
Pickup currently not available
Virðing
Tá ið tú keypir eina uppskrift á okkara nethandli, stuðlar tú einum sniðgeva, sum hevur brúkt nógva tíð og orku (og evt. pening) upp á at gera uppskriftina.
Vís virðing við ikki at avrita uppskriftina ella lata øðrum hana, og sel ikki pløgg, sum eru bundin eftir uppskriftini.