Melda teg til tíðindabrævið
Glerpípa
Støddir: S, M/L og XL
Vídd: 84 cm, 94cm og 104cm
Longd: 52cm, 57cm og 62cm
Tógv: Uldgarn (50g = 120m), og Faerytale frá Du Store Alpakka (50g = 175m, valfrítt)
Nøgd: Uldgarn: Litur A (botnlitur) - 4 noður, litur B - 1 noða, litur C - 1 noða og litur D - 1 noða. Faerytale fylgitráðurin verður bert brúktur í mynstrinum, so um tú brúkar hann, so skalt tú eitt noða av hvørjum mynsturliti eisini.
Stokkar: Rundstokkur og ermastokkar std. 4mm og 4,5mm
Bindifastleiki: 20 eygu x 24 umfør á stokkum std. 4,5mm = 10 x 10 cm
Nýt #Glerpíputroyggjan tá ið tú deilir myndir av troyggjuni á sosialum miðlum.
Pickup currently not available
Allar uppskriftirnar, sum vit selja, eru talgildar.
Tá ið tú keypir uppskriftina, verður hon send til teldupostadressuna, sum tú tøppar inn.
Virðing
Tá ið tú keypir eina uppskrift á okkara nethandli, stuðlar tú einum sniðgeva, sum hevur brúkt nógva tíð og orku (og evt. pening) upp á at gera uppskriftina.
Vís virðing við ikki at avrita uppskriftina ella lata øðrum hana, og sel ikki pløgg, sum eru bundin eftir uppskriftini.