Skip to product information
Woman in a white, knitted dress standing outdoors with a bench and trees in the background

Gloymmegei - kjóli

Kjólin er ungdómligur, femininur og samstundis avdúkandi. Kann brúkast til pent brúk, og er eisini flottur og festligur omanyvir buksur og kanska eina skjúrtu.
55,00 kr

Støddir: S (M)
Longd mitt aftan: uml. 80 (90) cm
Ummát áðrenn avtøkur: uml. 72 (94) cm
Ummál eftir úttøkur: uml. 98 (112) cm

Stokkar: 8 mm (til icord) & 15 mm (60 cm, til restina)

Tógv: 100 (100) g av Bella by Permin (50 g = 145 m)

Viðmerkingar: Kjólin verður bundin úr erva og niður, og hann er síðari aftanfyri.

Torleikastig: til royndar bindarar.

Spurningar, viðmerkingar og annað kunnu sendast til NoðaStovu.

Hendan uppskriftin er royndarbundin.

Brúka #GloymmegeiKjóli tá ið tú deilir myndir av kjólanum á sosialum miðlum.

Allar uppskriftirnar, sum vit selja, eru talgildar.
Tá ið tú keypir uppskriftina, verður hon send til teldupostadressuna, sum tú tøppar inn.

Virðing

Tá ið tú keypir eina uppskrift á okkara nethandli, stuðlar tú einum sniðgeva, sum hevur brúkt nógva tíð og orku (og evt. pening) upp á at gera uppskriftina.

Vís virðing við ikki at avrita uppskriftina ella lata øðrum hana, og sel ikki pløgg, sum eru bundin eftir uppskriftini.

You may also like