Uppskrift.fo Uppskrift.fo
Valmynd Valmynd
Melda teg til tíðindabrævið
Støddir: One size (ein stødd)
Tógv: 2 noðu av Pura Lana (50 g = 115 m) frá Gepard, bundið saman við 1 noða av Cashmere Lace (25 g = 350 m) frá Gepard. Ella annað tógv, ið hóskar til stokk 4,5 mm.
Stokkar: Rundstokk 40 cm, 4,5 mm og rundstokk 60 cm ella longri, 5mm.
Uppskriftin má gjarna avritast ella deilast út.
Tilgongd: Helsið verður bundið uppífrá og niður. Byrjað verður við at kasta uppá til hálsin. Tá ið hálsurin er bundin, verður bundið út til saðiløksl á hvørjari síðu. Eftir hetta verða for- og bakstykkið bundið aftur og fram.
Góðan bindihug
Spurningar um helsið kunnu sendast til Hespuna.
Pickup currently not available
Allar uppskriftirnar, sum vit selja, eru talgildar.
Tá ið tú keypir uppskriftina, verður hon send til teldupostadressuna, sum tú tøppar inn.
Tá ið tú keypir eina uppskrift á okkara nethandli, stuðlar tú einum sniðgeva, sum hevur brúkt nógva tíð og orku (og evt. pening) upp á at gera uppskriftina.
Vís virðing við ikki at avrita uppskriftina ella lata øðrum hana, og sel ikki pløgg, sum eru bundin eftir uppskriftini.