Skip to product information
Jasminum

Jasminum

Oversize og skjótt bundin troyggja við strípum. Troyggjan er bundin úr neðra og ermarnar úr erva. Troyggjan egnar seg eisini væl einlitt.
55,00 kr

Støddir: XS/S (M/L)
Longd: uml. 53 (57) cm
Ummát: uml. 114 (122) cm 
Stokkar: rundstokkar std. 8 og 9 mm, longd 40 og 60/80 cm
Tógv: Drops Meldody (blátt og hvítt) ella Sandnes Garn Børstet Alpakka (sand og grønt)
Nøgdir: 

  • Melody: 100 g av hvørjum liti
  • Børstet Alpakka: 150 g av botnliti og 100 g av strípum

Viðmerkingar: Børstet Alpakka er leysari í tí, so um tú ynskir eina fastari troyggju, ber til at fara eina stokkastødd niður.

Torleikastig: til nýbyrjarar

Troyggjan verður bundin úr neðra og upp. Ermarnar vera bundnar úr erva við at taka eygu uppá frá ermaholinum og binda niður.

Brúka #Jasminum tá ið tú deilir myndir av troyggjuni á sosialum miðlum.

Allar uppskriftirnar, sum vit selja, eru talgildar.
Tá ið tú keypir uppskriftina, verður hon send til teldupostadressuna, sum tú tøppar inn.

Virðing

Tá ið tú keypir eina uppskrift á okkara nethandli, stuðlar tú einum sniðgeva, sum hevur brúkt nógva tíð og orku (og evt. pening) upp á at gera uppskriftina.

Vís virðing við ikki at avrita uppskriftina ella lata øðrum hana, og sel ikki pløgg, sum eru bundin eftir uppskriftini.

You may also like