Uppskrift.fo Uppskrift.fo
Valmynd Valmynd
Melda teg til tíðindabrævið
Støddir: M/L
Stokkar: 7 mm og 9 mm (40 cm og 60 cm).
Tógv: 50 g av Tynn Silk Mohair frá Sandnes Garn (25 g = 212 m) og 1 pailetttógv.
Viðmerkingar: Blusan verður bundin uppifrá og niður við raglan-úttøkum. Við færri eygum á bulinum er lætt at gera blusuna minni, og somuleiðis gerst blusan størri, um tú kastar fleiri eygu á bulin.
Hendan uppskriftin er royndarbundin.
Spurningar, viðmerkingar og annað kunnu sendast til Noðastovu
Brúka #Fittjólablusa tá ið tú deilir myndir av blusuni á sosialum miðlum.
Pickup currently not available
Allar uppskriftirnar, sum vit selja, eru talgildar.
Tá ið tú keypir uppskriftina, verður hon send til teldupostadressuna, sum tú tøppar inn.
Tá ið tú keypir eina uppskrift á okkara nethandli, stuðlar tú einum sniðgeva, sum hevur brúkt nógva tíð og orku (og evt. pening) upp á at gera uppskriftina.
Vís virðing við ikki at avrita uppskriftina ella lata øðrum hana, og sel ikki pløgg, sum eru bundin eftir uppskriftini.