Melda teg til tíðindabrævið
Kasta uppá
Bóklingurin “Kasta uppá” er ein bóklingur við heili 24 lekkrum bindiuppskriftum. Í bóklinginum eru m.a uppskriftir uppá bundnaturriklæði, skóleistar, handskar, húgvur og ymiskt annað. Uppskriftirnar eru bæði til royndar og óroyndar bindarar.
Myndirnar vísa eitt úrvæl av teimum 24 uppskriftunum í bóklinginum.
Spurningar, viðmerkingar og annað um uppskriftina, verða sendir sniðgevanum
Fylg Kasta uppá á facebook og instagram
Nýt #kastaUppá og tagga tey, tá ið tú deilir myndir av pløggunum á sosialum miðlum
Pickup currently not available
Allar uppskriftirnar, sum vit selja, eru talgildar.
Tá ið tú keypir uppskriftina, verður hon send til teldupostadressuna, sum tú tøppar inn.
Virðing
Tá ið tú keypir eina uppskrift á okkara nethandli, stuðlar tú einum sniðgeva, sum hevur brúkt nógva tíð og orku (og evt. pening) upp á at gera uppskriftina.
Vís virðing við ikki at avrita uppskriftina ella lata øðrum hana, og sel ikki pløgg, sum eru bundin eftir uppskriftini.