Skip to product information
Kyrjarheyggur Livar troyggja

Kyrjarheyggur Livar troyggja

Troyggjan verðr bundin úr neðra. Hon hevur eitt flott mynstur, sum verður bundið eftir diagrammi. Beristykkið verður samlað og bundið raglan.
55,00 kr

Støddir: S (M) L/XL

Vídd um herðar: uml. 53 (57) 60 cm

Longd aftan: 66 (70) 74 cm

Ermalongd: 48 (52) 57 cm, mált undir hondini

Tógv: Llama frá Adriafil

Tógvnýtsla: 3 (4) 4 svartar, 2 (2) 2 koksgráar og 2 (2) 2 millumgráar hespur

Stokkar: Rundstokkar 7 mm til rendur og 8 mm til mynsturbinding. Eg havi brúkt háttin ”magic loop” at binda runt við einum longum rundstokki 60 ella 80 cm. Man kann eisini brúka ermastokkar til ermarnar.

Viðmerking: Troyggjan verður bundin úr neðra, fyrst rond og síðani gjøgnummynstrað eftir diagrammi. Bulurin verður lagdur til síðis, meðan ermarnar verða bundnar og hareftir settar saman við raglan. At enda verður rond bundin um hálsin.
Svanna, kona Livar, hevur gjørt uppskriftina í samstarv við Eygastovu.

Hendan uppskriftin er royndarbundin.

Spurningar, viðmerkingar og annað kunnu sendast til Eygastovu

Brúka #Eygastova tá ið tú deilir myndir av troyggjuni á sosialum miðlum.

Allar uppskriftirnar, sum vit selja, eru talgildar.
Tá ið tú keypir uppskriftina, verður hon send til teldupostadressuna, sum tú tøppar inn.

Virðing

Tá ið tú keypir eina uppskrift á okkara nethandli, stuðlar tú einum sniðgeva, sum hevur brúkt nógva tíð og orku (og evt. pening) upp á at gera uppskriftina.

Vís virðing við ikki at avrita uppskriftina ella lata øðrum hana, og sel ikki pløgg, sum eru bundin eftir uppskriftini.

You may also like