Skip to product information
Liljukjóli - børn

Liljukjóli - børn

Kjóli bundin við vakra mynstrinum hjá Knit by R
40,00 kr

Kjólin verður bundin frá miðjuni og upp. For- og bakstykki verða bundin aftur og fram fyri seg. Har næst verða ermar og síður seymaðar saman. Síðan verður tikið uppá á miðjuni til skjúrtið og bundið niður eftir. Kjólin kann bindast við dupultum ella einkultum skjúrti.

Støddir: 1-2 (3-5) 6-8 ár

Tógv: Myk Påfugl (50 g = 90 m)

Einkult skjúrt: 150 (200) 200 g

Dubult skjúrt: 200 (250) 300 g

Stokkar: 5 mm, 8 mm og 20 mm

Spurningar, viðmerkingar og annað kunnu sendast til Knit by R

Nýt #Liljukjóli tá ið tú deilir myndir av kjólanum á sosialum miðlum

Allar uppskriftirnar, sum vit selja, eru talgildar.
Tá ið tú keypir uppskriftina, verður hon send til teldupostadressuna, sum tú tøppar inn.

Virðing

Tá ið tú keypir eina uppskrift á okkara nethandli, stuðlar tú einum sniðgeva, sum hevur brúkt nógva tíð og orku (og evt. pening) upp á at gera uppskriftina.

Vís virðing við ikki at avrita uppskriftina ella lata øðrum hana, og sel ikki pløgg, sum eru bundin eftir uppskriftini.

You may also like