Skip to product information
Lý blusan

Lý blusan

55,00 kr

Sniðgevi: Ingun Davidsen og Liljan av Fløtum Livaknits

Støddir: (XS) S (M) L 

Bindifastleiki: eitt mynstur á stokki 5 við einum tráði av alpakka silk er uml 7,5 cm breitt. Eitt mynstur á stokki 7 við Tynn silk mohair eru eisini uml 7,5 cm breitt.

Mát á blusuni, tá blusan er vaskað og liggur niðri, til stødd (XS) S (M) L

OBS, øll mát eru umleið-mát. Blusan gevur seg heilt nógv í breidd, alt eftir hvussu nógv man leggur/fyllir hana. Ermar og ermagapið eru heldur stram og geva seg ikki nakað serligt:

Bróstvídd: (35) 38 (42) 52 cm. Longd frá øksl til niðast á blusurond: (44) 51 (51) 56 cm 

Ísett ermalongd: (16)16 (16) 16 cm

Tógv: (100 g) 100 g (100 g) 100 g Alpakka silk Sandnes Garn (50 g = uml 200 m) og (25 g) 25 g (50 g) 50 g Tynn silk mohair Sandnes Garn (25 g = uml 212 m).

Hendan uppskriftin hóskar seg væl til royndar bindarar.

Nýt #LýBlusan tá ið tú deilir myndir av blusuni á sosialum miðlum.

Virðing

Tá ið tú keypir eina uppskrift á okkara nethandli, stuðlar tú einum sniðgeva, sum hevur brúkt nógva tíð og orku (og evt. pening) upp á at gera uppskriftina.

Vís virðing við ikki at avrita uppskriftina ella lata øðrum hana, og sel ikki pløgg, sum eru bundin eftir uppskriftini.

You may also like