Melda teg til tíðindabrævið
Lý kjólin
Støddir: S (M) L
Tógv: 150 g (200 g) 200 g av Alpakka Silk frá Sandnes Garn (50 g = uml. 200 m) og 50 g (75 g) 100 g av Tynn Silk Mohair frá Sandnes Garn (25 g = uml. 212 m)
Stokkar: Ermastokkar std. 4,5 mm, rundstokkar 4,5 mm, 5 mm, 6 mm, og 7 mm.
Bindifastleiki: Eitt mynstur á stokki 5 við einum tráði av Alpakka Silk er uml 7,5 cm. Eitt
mynstur á stokki 7 við Tynn Silk Mohair er eisini uml 7,5 cm.
Kjólin verður bundin runt úr neðra og síðani deildur sundur í for- og bakstykki.
Hendan uppskriftin hóskar seg væl til royndar bindarar.
Nýt #LýKjólin tá ið tú deilir myndir av kjólanum á sosialum miðlum.
Pickup currently not available
Allar uppskriftirnar, sum vit selja, eru talgildar.
Tá ið tú keypir uppskriftina, verður hon send til teldupostadressuna, sum tú tøppar inn.
Virðing
Tá ið tú keypir eina uppskrift á okkara nethandli, stuðlar tú einum sniðgeva, sum hevur brúkt nógva tíð og orku (og evt. pening) upp á at gera uppskriftina.
Vís virðing við ikki at avrita uppskriftina ella lata øðrum hana, og sel ikki pløgg, sum eru bundin eftir uppskriftini.