Skip to product information
Lyngheiðar blusa

Lyngheiðar blusa

Lyngheiðar er ein fitt blusa, har tú kanst spæla tær eitt sindur við sniðið. Eisini kanst tú velja um tú vilt hava ermar við rond, ella víðar ermar. Blusan er bundin úr erva við ketumynstri og raglanúttøkum.
45,00 kr

Støddir: Junior, XXS, XS, S, M, L, XL, XXL, XXXL, XXXXL

Mát: Um bringuna, máta undir hond: 63 (70) 78 (87) 95 (106) 106 (118) 133 (144) cm

Heil longd: 48 (51) 54 (54) 57 (57) 60 (66) 66 (69) cm

Tilfar: Rund- ella ermastokkar, 40 cm og 60 cm, 3,5 mm, 4 mm og 5 mm

Tógv: 200g (200g) 200g (300g) 300g (300g) 400g (400g) 400g (400g) Hespan merino ella merino lux, (100g = 400m)
Saman við 100g (100g) 100g (150g) 150g (150g) 200g (200g) 200g (200g) 200g Mohair frá Hespan

Bindifastleiki: 21 eygu og 18 umfør svara til 10x10 cm eftir vask

Bindiháttir brúktir í uppskriftini: Rætt, rangt, uppátøkur til høgru og vinstru, umkast, eyga rætt leyst av, at taka leysa eyga uppum tey bundnu eyguni. 

Uppskrift og myndir: Vár Solbjerg Hansen

Deil tína útgávu av pløggunum nýt #Lyngheiðar #LyngheiðarBlusa #Uppskrift á sosialum miðlum.

Allar uppskriftirnar, sum vit selja, eru talgildar.
Tá ið tú keypir uppskriftina, verður hon send til teldupostadressuna, sum tú tøppar inn.

Virðing

Tá ið tú keypir eina uppskrift á okkara nethandli, stuðlar tú einum sniðgeva, sum hevur brúkt nógva tíð og orku (og evt. pening) upp á at gera uppskriftina.

Vís virðing við ikki at avrita uppskriftina ella lata øðrum hana, og sel ikki pløgg, sum eru bundin eftir uppskriftini.

You may also like