Melda teg til tíðindabrævið
Lyngheiðar blusa
Støddir: Junior, XXS, XS, S, M, L, XL, XXL, XXXL, XXXXL
Mát: Um bringuna, máta undir hond: 63 (70) 78 (87) 95 (106) 106 (118) 133 (144) cm
Heil longd: 48 (51) 54 (54) 57 (57) 60 (66) 66 (69) cm
Tilfar: Rund- ella ermastokkar, 40 cm og 60 cm, 3,5 mm, 4 mm og 5 mm
Tógv: 200g (200g) 200g (300g) 300g (300g) 400g (400g) 400g (400g) Hespan merino ella merino lux, (100g = 400m)
Saman við 100g (100g) 100g (150g) 150g (150g) 200g (200g) 200g (200g) 200g Mohair frá Hespan
Bindifastleiki: 21 eygu og 18 umfør svara til 10x10 cm eftir vask
Bindiháttir brúktir í uppskriftini: Rætt, rangt, uppátøkur til høgru og vinstru, umkast, eyga rætt leyst av, at taka leysa eyga uppum tey bundnu eyguni.
Uppskrift og myndir: Vár Solbjerg Hansen
Deil tína útgávu av pløggunum nýt #Lyngheiðar #LyngheiðarBlusa #Uppskrift á sosialum miðlum.
Pickup currently not available
Allar uppskriftirnar, sum vit selja, eru talgildar.
Tá ið tú keypir uppskriftina, verður hon send til teldupostadressuna, sum tú tøppar inn.
Virðing
Tá ið tú keypir eina uppskrift á okkara nethandli, stuðlar tú einum sniðgeva, sum hevur brúkt nógva tíð og orku (og evt. pening) upp á at gera uppskriftina.
Vís virðing við ikki at avrita uppskriftina ella lata øðrum hana, og sel ikki pløgg, sum eru bundin eftir uppskriftini.