Melda teg til tíðindabrævið
Lyngheiðar hondvermarar
Vakrir hondvermarar við eyðkenda ketumynstrinum frá Lyngheiðar røðini. Til løturnar ið ikki ordiliga eru til handskar ella vøttir.
Støddir: 1 (2) 3
Mát: Vøttir: 7 x 20 (8 x 20) 9 x 20 cm
Stokkar: 3,0 mm og 3,5 mm stokkar ella langar rundstokkar.
Tógv: 2-tráðað frá Snælduni ella Duo frá Navia
Nøgd: 50 g til allar støddirnar
Nýt #LyngheiðarHondvermarar og #Lyngheiðar tá ið tú deilir myndir av teimum á sosialum miðlum.
Pickup currently not available
Allar uppskriftirnar, sum vit selja, eru talgildar.
Tá ið tú keypir uppskriftina, verður hon send til teldupostadressuna, sum tú tøppar inn.
Virðing
Tá ið tú keypir eina uppskrift á okkara nethandli, stuðlar tú einum sniðgeva, sum hevur brúkt nógva tíð og orku (og evt. pening) upp á at gera uppskriftina.
Vís virðing við ikki at avrita uppskriftina ella lata øðrum hana, og sel ikki pløgg, sum eru bundin eftir uppskriftini.