Skip to product information
Magnhildarhosur

Magnhildarhosur

Magnhild Jacobsen var við hesum hosunum millum vinnararnar av bindikappingini hjá okkum í november '23. Hesar hosurnar hevur hon bundið í yvir 70 ár, og eru tær at rokna sum gamalt gull.
35,00 kr

Støddir: 1 (2)
Stødd 1: Stutt hosa, longdin er sum ein damusokkur.
Stødd 2: Longri hosa, longdin er sum ein hálvhosa ella mannfólkasokkur.

Stokkar: Ermastokkar std. 3 mm

Tógv: Hosutógv frá Navia (120 m = 50 g)

Tógvnøgd: 2 (3) noður

Bindifastleiki: 24 eygu og 33 umfør = 10 x 10 cm

Nýt #Magnhildarhosur tá ið tú deilir myndir av hosunum á sosialum miðlum.

Magnhild Jacobsen hevur sniðgivið hosurnar.

Allar uppskriftirnar, sum vit selja, eru talgildar.
Tá ið tú keypir uppskriftina, verður hon send til teldupostadressuna, sum tú tøppar inn.

Virðing

Tá ið tú keypir eina uppskrift á okkara nethandli, stuðlar tú einum sniðgeva, sum hevur brúkt nógva tíð og orku (og evt. pening) upp á at gera uppskriftina.

Vís virðing við ikki at avrita uppskriftina ella lata øðrum hana, og sel ikki pløgg, sum eru bundin eftir uppskriftini.

You may also like