Skip to product information
1 av 4

Marjunarbinding - ókeypis mynstur

Marjunarbinding - ókeypis mynstur

Uppskrift.fo

Mynstur til marjunarbinding. Hesin bindihátturin hóskar seg best til royndar bindarar.

Vanligur prísur 0,00 kr
Vanligur prísur Tilboðsprísur 0,00 kr
Tilboð Útselt
Taxes included.

Marjunarbinding er ein serligur bindiháttur, sum sigst stava frá Gjógv. Hesin bindihátturin verður eisini kallaður "gjáarbinding" av tí sama.

Sum sæst á myndunum, so liggja eyguni skrátt, tá ið ein bindir marjunarbinding. Hesin bindihátturin kann bert bindast aftur og fram; ikki runt.

Man kann binda alt við hesum bindiháttinum, og á myndinum síggja tit m.a. eina húgvu, sum Elspa Petersen hevur bundið (Bergljót av Skarði eigur myndina). Elspa hevði eisini bundið eina troyggju og ein lampuskerm við marjunarbinding, og onnur hava m.a. bundið pútuvár.

Um tú vilt lesa søguna um marjunarbinding, so hevur Bergljót skrivað ein blogg um tað HER.

Tú kanst nýta alt slag av tógvi og allar stokkastøddir til marjunarbinding.

Hetta er ein talgild vøra. Tá ið tú keypir eina uppskrift á okkara nethandli, fært tú uppskriftina senda beinleiðis til tín teldupost.

Vís nágreining