Skip to product information
Mjúk og heit troyggja

Mjúk og heit troyggja

Henda mjúka og heita troyggjan kemur væl við í hesum køldu mánaðunum. Bundin á góðan, føroyskan hátt: úr neðra og upp, við grovum stokkum, og við flottum kontrastmynstri.
55,00 kr

Støddir: S/M, L og XL
Vídd: 100 cm, 108 cm og 116 cm
Longd: 62/64 cm, 66 cm og 68 cm
Tógv: Léttlopi
Nøgd: Litur A - 6, 6, 7 noður, og litur B - 3, 3, 3 noður
Stokkar: Rundstokkur og ermastokkar std. 7 mm og 8 mm
Bindifastleiki: 14 eygu x 14 umfør á stokkum 8 mm = 10 x 10 cm

Uppskriftin gevur eisini eitt prei um, hvussu tú kanst binda runt allan vegin upp til akslarnar, fyri síðani at klippa til ermagap.

“Eyðkenda føroyska troyggjan er kend fyri at ermagapið er klipt upp. Tað vil siga, at bulurin  kann verða bundin á rundstokki heilt frá byrjan til avtøku við akslarnar. Eisini ermarnar verða bundnar á ermastokki og øll eyguni á ermuni verða læst av uttan avtøku við ermagap”
- Heimaputl.

Allar uppskriftirnar, sum vit selja, eru talgildar.
Tá ið tú keypir uppskriftina, verður hon send til teldupostadressuna, sum tú tøppar inn.

Virðing

Tá ið tú keypir eina uppskrift á okkara nethandli, stuðlar tú einum sniðgeva, sum hevur brúkt nógva tíð og orku (og evt. pening) upp á at gera uppskriftina.

Vís virðing við ikki at avrita uppskriftina ella lata øðrum hana, og sel ikki pløgg, sum eru bundin eftir uppskriftini.

You may also like