Skip to product information
Mona pannuband

Mona pannuband

Mona Pannuband er eitt einfalt pannuband við mynstri í. Uppskriftin kann bindast við øllum tógvi, so leingi tað passar við viðmælda bindifastleikan, og tí hóskar hetta eisini væl til tógvrestir.
30,00 kr

Stødd: 1 (2) 

Liðugt mát: Longd: 19 (22) cm Hædd: 10 (10) cm

Tógv: Sandnes Garn Alpakka Ull ella Filcolanda Peruvian Highland Wool ella Drops Lima

Litur: Botnlitur: 20 (25) gr / uml. 40 (50) m

Mynsturlitur: 5 (7) gr / uml. 10 (14) m

Mongd: 50 (50) gr / 50 (50) gr

Stokkar: 4,0 og 4,5 mm rundstokkar 

Bindifastleiki: 22 eygu x 22 umfør / 10 x 10 cm

Spurningar, viðmerkingar og annað verða sendir sniðgevanum Sólfríð.

Brúka #MonaPannuband tá ið tú deilir myndir av pannubandinum á sosialum miðlum 

Allar uppskriftirnar, sum vit selja, eru talgildar.
Tá ið tú keypir uppskriftina, verður hon send til teldupostadressuna, sum tú tøppar inn.

Virðing

Tá ið tú keypir eina uppskrift á okkara nethandli, stuðlar tú einum sniðgeva, sum hevur brúkt nógva tíð og orku (og evt. pening) upp á at gera uppskriftina.

Vís virðing við ikki at avrita uppskriftina ella lata øðrum hana, og sel ikki pløgg, sum eru bundin eftir uppskriftini.

You may also like